Frímælt
By: Frihedsbrevet Føroyar
Language: fo
Categories: News, Entertainment
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.
Episodes
120. Sersending nú hondbóltsstjørnurnar vitja Frímælt
Jan 11, 2026Frímælt kemur út í úrtíð, tí fyri framman er vikan, har túsundtals føroyingar fara til Oslo í Noreg at fylgja føroyska hondbóltslandsliðnum í EM-endaspælinum.
Tí vitja tríggir av føroysku hondbóltsharrunum Frímælt, har teir tosa um seinastu fyrireikingarnar í Føroyum, um virkisvitjanir og at hitta fjepparar, at gera mat saman við Janusi Einar Sørensen og so framvegis.
Somuleiðis rógva vit aftur á bragdið í Berlin og hyggja fram í móti tí, Oslo hevur at bjóða.
Gestir í Frímælt eru Helgi Hoydal, Kjartan Johans...
Duration: 00:09:24119. Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik
Jan 09, 2026Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik
Fríði Djurhuus hevur sett sær fyri at ummæla 365 útgávur, sum hann ikki hevur hoyrt fyrr, í 2026. Hann vitjar Frímælt og greiðir nærri frá hugskotinum, sum tað ber til at fylgja á Instagram-vanga hansara.
Umval skal vera í Runavíkar kommunu týsdagin, men hóast Kringavarp Føroya fyrr í vikuni segði, at lítil valfepur er at merkja, so eru tað onnur, sum halda, at valið er so spennandi sum nakað val hevur verið í langa tíð. Vit hyggja nærri at hesum
<...
Duration: 00:11:35118. Árið, ið fór í Frímælt
Dec 26, 2025Redaktiónin á Frihedsbrevet er savnað kring borðið í studio, har tey taka saman um nakrar av mest litríku søgunum, sum hava merkt 2025. Hetta innanfyri politikk, vinnulív, mentan og tíðindi annars.
Eisini koma gestirnir við hvør sínum boði upp á ársins konsertuppliving, ársins matuppliving og ársins film ella røð.
Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 00:05:49117. Moskur í Føroyum, ársins orð og burturvísingar eftir jólaborð
Dec 19, 2025Eitt jólaborðhald á Smyril Line fekk ógvusligar avleiðingar fyri tveir menn, sum eru burturvístir frá arbeiðsplássinum fyri ógvusliga atburðin mótvegis Eyðdis Hartmann Niclasen, sum er í leiðsluni í Smyril Line, umframt at hon er tingkvinna fyri Sambandsflokkin.
Ársins orð er Suðuroyartunnil. Vit venda hesum og hinum orðunum, sum vóru í uppskoti.
Konsertirnar hjá Radiohead í Keypmannahavn verða eisini vendar, tað sama verður hugskoti hjá Sjúrði Skaale um at bannað moskum, burkaum og niqabs í Føroyum - og hugskotið hjá Dennis Holm um at fáa eina millión á fíggjarlógini til...
Duration: 00:08:14116. Kreppuhjálp til altjóða sjónleikara eftir Føroyaferð
Dec 12, 2025Ein altjóða kendur sjónleikari hevur vitjað í Føroyum og hevur síðani fingið kreppuhjálp, tí reaktiónirnar upp á matupplivingina, hann hevði her, vóru so ógvusligar. Vit venda málinum, sum er komið fram í magasininum Euroman.
Ógvusligar hava reaktiónirnar eisini verið upp á dokumentarin The Reckoning - og tað ikki uttan orsøk. Vit venda óhugnaligu søguni um Sean Combs ella P. Diddy, sum verður lýst í Netflix-røðini.
Apropos ógvusligar reaktiónir - og uttan samanbering annars - so hava fleiri av slagnum verið kring málið um fría abort. So mikið ógvusligar, at h...
Duration: 00:07:39115. Abort og børnini í Afrika
Dec 05, 2025Aftur hesa ferð fer ein partur av Frímælt við at tosa um abort og tað, sum leggur seg aftrat tí, ið er farið fram í og kring løgtingið og landsstýrið seinastu dagarnar.
Vit fara eisini í ervi í Sirkus eina seinastu ferð, nú Trygvi Danielsen hevur skrivað eina nógv rósta reportasju haðani, sum er at lesa í Frihedsbrevet.
Vit umrøða eisini málið við Patrick da Silva, sum er dømdur 30 daga fongsulsrevsing fyri blúnisbrot, vit venda Tórbjørn Jacobsen, sum viðgerð seg sjálvan í Stjórnini og so avdúka vit - sambært Birgir Kruse...
Duration: 00:11:54114. Valsvik, gløgg og cocktails á PAZ
Nov 28, 2025Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur og eigari av PAZ, vitjar Frímælt við spennandi tíðindum um, hvussu tey fara at víðka virksemi komandi ár - millum annað við eini cocktailbarr.
Gløggsesongin er byrjað, men hvat eyðkennir eitt gott gløgg og hvat eyðkennir eitt vánaligt gløgg? Tað veit ein av dómarunum til DM í gløgg, Sólfinn Danielsen, sum eisini hevur kalt gløgg við í Frímælt.
Maria Winther Olsen vann í vikuni eina Ekko Award fyri filmin Vælkomin heim, sum er ein heimildarfilmur um Annu Sofíu Holm Skoradal og...
Duration: 00:08:45113. John Johannesen, eitt juicy grindamál og Thai Style
Nov 21, 2025Frímælt hesa ferð snýr seg um Føroya mest umrøddu søgu í hesum døgum: málið um, at John Johannesen, vertur í Degi og viku, er meldaður til løgregluna fyri blúnisbrot.
Vit tosa eisini um innbrotið í Thai Style - ella um heldur sjáldsomu umrøðuna av innbrotinum í Thai Style.
Vit tosa um abort og ta sannroynd, at Ruth Vang so seint sum í 2023 segði seg vera ímóti abort, meðan Høgni Hoydal ikki vildi svara, tá hann var spurdur. Tað er merkisvert, sum í dag sigur seg vera fyri fríari abort, áðu...
Duration: 00:12:09112. Føroya longsta bók og manifestið hjá Klakstein
Nov 14, 2025Frímælt hesa ferð tekur bókina hey :) undir luppin. Trygvi Danielsen hevur skrivað og er hon fleiri enn 900 síður til longdar - í mesengerformi.
Vit hyggja nærri at filminum Vælkomin heim, sum Maria Winther Olsen hevur gjørt, um serliga vinalagið hjá Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvi av Kák. Ein filmur, sum er í uppskoti at gerast ársins dokumentarur á Ekko Film Awards.
Vit nærlesa manifestið hjá Eyðuni Klakstein, sum hann hevur fingið prentað í The Observer. Ein tekstur, sum leiðir tankarnar aftur til tiltiknu røðuna hjá Willam Wallace í Braveheart.<...
Duration: 00:10:27111. Vit endavenda politisku støðuna og fara í Sirkus
Nov 07, 2025Í Frímælt hesa ferð endavenda vit politisku støðuna, blíva klókari og tosa um tað, sum kemur at henda.
Vit fara eisini ein túr í Sirkus, sum nú fer at lata aftur, tí Miðlahúsið skal flyta inn har. Vit minnast Sirkus og Miðlahúsið, sum bæði hava havt sína tíð í hæddini.
Í hinum endanum, botninum, rekst Strandferðslan, sum vit eisini hyggja nærri at, nú tvey fólk aftrat eru løgst at listanum yvir teirra, sum smuglaðu ótollaðar vørur til landið, tá Smyril kom aftur úr dokk.
Gestir...
Duration: 00:11:03110. Ein túr í Ikea við gangstaraskipinum Smyril
Oct 31, 2025Í Frímælt hesa ferð fara vit, eins og restin av Føroyum í hesum døgum, ein túr í Ikea við Smyrli. Vit tosa um tað, stjórin keypti á túrinum og hvussu manningin annars uppførdi seg sum ein skúlaflokkur, tá TAKS kom umborð at gera sítt arbeiði.
Vit hava breaking news úr FK í Hoyvík, har Maud gevst í køkinum og konseptið verður broytt.
Vit tosa um løgmann, sum eitt sindur linur til, tá ið virðislønir Norðurlandaráðsins skuldu latast.
Vit frætta frá konsertferðini hjá Eivør og Elinb...
Duration: 00:06:16109. Eitt poddvarp fult av milliónum og virðislønum
Oct 24, 2025OL-svimjarin Pál Joensen hevur vunnið 2,2 milliónir krónur í Gekkinum, men eingin føroyskur fjølmiðil hevur tosað við mannin, so Frímælt hevur sligið upp á tráðin fyri at ynskja honum tillukku og spyrja, hvat milliónirnar skulu brúkast til.
Føroyingar hava vunnið eina røð av virðislønum - norðurlendskar, danskar og føroyskar. Hetta venda vit.
Føroya mest umrødda par er blivið til eina poddvarpsrøð, sum síðani er blivið Føroya mest umrødda poddvarp. Hetta venda vit sjálvandi.
Og so fara vit eisini ein túr á Føroya m...
Duration: 00:07:12108. Føroya mest umrødda par og ein serligur gestur
Oct 17, 2025Í Frímælt hesa ferð tosa vit um Føroya mest umrødda par - í øllum førum fyri nøkrum árum síðani - tí Kringvarp Føroya hevur í vikuni givið út eina poddvarpsrøð við heitinum Kend yvir nátt, sum snýr seg um søguna hjá Poulinu Øregaard Isaksen, einkjan eftir vinnulívsmannin Karl Birgir Isaksen.
Frímælt hevur eisini vitjan av einum serligum gesti, nú MBCFI aftur er á skrá, tí Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands verður fyri aðru ferð í Silo í Havn.
Marius DC, sum eisini telist millum gestirnar, skal spæla á Airwaves í Reykjavík í no...
Duration: 00:03:55107. Hví verða nøkur nevnd við navni og onnur ikki?
Oct 10, 2025Í Frímælt hesa ferð tosa vit um rættarmál, har fólk verða nevnd við navni, meðan onnur ikki verða. Hvussu ber tað til, at navnið á Finn Jakobsen er farið um allar geilar, meðan vit ikki vita, hvør maðurin, sum filmaði og avmyndaði nakrar naknar smádreingir í svimjihøllini er?
Vit tosa eisini um tær 22 bíleggingarnar fyri tilsamans 247.380 krónur á menu.fo. Vit tosa um gøluna Galaxy og um pengarnar, sum helst hægstlønti føroyski fótbóltsspælarin fær fyri sáttmálan, hann hevur gjørt við AC...
Duration: 00:09:03106. Løgtingið undir luppin - og framhaldssøgan um FSF
Oct 03, 2025Aftur hesa ferð venda vit nøkrum háaktuellum málum, sum eisini vóru á skrá í farnu viku.
Tí vit tosa um fyrstu viðgerð av málinum um fría abort, sum var í løgtinginum týsdagin, og vit tosa um evni, sum knýta seg at hesum. Vit tosa um løgtingsfíggjarlógina og spyrja, hvat hevur henda samgongan lagað av varðum eftir seg.
Og so tosa vit um kjakið, sum var millum Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjara, og Kristin Dam Ziska, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, í Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet í...
Duration: 00:14:45105. Abort, dronur, FSF og pisshús
Sep 26, 2025Vit venda øllum søgunum, sum knýta seg at málinum um abort, sum kemur fyri løgtingið í næstu viku. Vit venda alt frá Áron Vest til Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen, umframt - á hinum veinginum - Annu Falkenberg og Eyðdis Hartmann Niclasen.
Vit venda eisini dronurnar í Danmark, sum Føroya Politi sigur, at tey eru klár at taka taka sær av, skuldu tær komið henda vegin.
Málið um Fótbóltssamband Føroya og Trónd Vatnhamar livir enn - vit binda eina sloyfu á hetta.
Og so venda vit einum goml...
Duration: 00:16:45104. Vatnhamar og FSF
Sep 19, 2025Frímælt hesa vikuna loftar talk of the town við Tróndi Vatnhamar, sum FSF royndi at seta upp á pláss. Hvussu væl eydnaðist tað - og hvør stendur eftir eftir sum sigursharrin í hesum?
Løgtingið skal aftur taka støðu til fría abort. Hvussu fer at gangast hesa ferð? Og hvørjir maktdystir hava verið kring sjálvt uppskotið, áðrenn tað kom aftur í tingið? Tí fáa vit greiði á.
Vit venda eisini málinum við Bjarna Kárason Petersen, sum kærdi sína neyð á Facebook og Instagram um, at onkur var farin illa við honum...
Duration: 00:16:28103. Falska bókaútgávan, valsvik og Nøtte
Sep 12, 2025Petur Mohr Reinert ferðaðist runt í føroyskum fjølmiðlum við nýggju bók síni, fyri síðani at finna út av, at bókin, sum hann hevði útgivið, var tann skeiva. Hann hevði latið skeivt handrit prentað.
Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri at hava framt valsvik í Oyndarfirði. Og revsiramman fyri slíkt er upp í seks ár! Vit fara aftur um málið og tosa um litríkar detaljur, sum hava verið frammi.
Í landspolitiskum høpi venda við staðsetingina av Brekumboðnum í Klaksvík - og at Føroyar nú kunnu søkja um limask...
Duration: 00:13:31102. Vit kjósa vinnaran av politiska munnhøgginum
Sep 05, 2025Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, hava verið í politiskum munnhøggi á Facebook. Vit fáa ein serkønan gest at taka støðu til, hvør dróg longra stráðið av teimum báðum.
Vit tosa um nýggja sexleikuhandilin í Havn. Tað er ein søga í føroyskum miðil, at ein slíkur letur upp. Hví er tað tað? Og í kjalarvørrinum av hesum hava vit eisini eina spurnakapping um sexleikur, umframt at vit eisini tosa um sexuella heilsu og sexuelt rættvísi.
Vit tosa eisini um Sissal, sum skal vera við...
Duration: 00:11:40101. Ein litríkur milliardingur vitjar í Føroyum
Aug 29, 2025Frímælt er aftur úr summarfrí - og tað hava vit glett okkum til. Vit lofta nýggjastu veljarakanningini, vit venda dóminum, sum ein maður fekk fyri at hótta Ruth Vang, vit tosa um Brand Olsen og kálvar hansara, og so er tað milliardingurin Petter Stordalen, sum vitjaði í Føroyum í vikuni, nú hann hevur fingið fótin innum í føroyskari ferðavinnu.
Gestir eru Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo, Róar Mørkøre Hansen, lesandi, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
... Duration: 00:08:18100. Midnáttarsangurin er eitt sindur óinteressantur
Aug 01, 2025Fólkini í Frímælt eru í hopla, nú ólavsøkan, pride’in og - ikki minst - ólavsøkurøða løgmans verða viðgjørd. Tí er Midnáttarsangurin í veruleikanum eitt sindur óinteressantur? Var talv-søgan hjá løgmanni eitt sindur for nógv av tí góða? Var Bjarni Hammer so óður í løgtinginum, at hann fór at tosa sum norðingar? Og hvat var tað, sum Bjørt Lind fekk eina virðisløn frá LGBT+ Føroyar fyri?
Tað er nakað av tí, Frímælt vendir hesa ferð.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Sir...
Duration: 00:10:4999. Eftirmeting, ervi og upptakt
Jul 25, 2025Í hesum søguliga langa partinum av Frímælt taka vit saman um G! og hita upp til tiltøkini, sum koma, ið eru Tórsfest, Pride og ólavsøka.
Men vit steðga eisini á og tosa um Jóan Jakku Guttesen og Ozzy Osbourne, sum báðir hava takka fyri seg sum 76 ára gamlir.
Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, samskiftisfólk hjá matstovuni PAZ, Fríði Djurhuus, tónleikari og sangari í Joe & Shitboys, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 00:11:3098. Frímælt á G! 2025
Jul 18, 2025Ein røð av góðum fólki vitjar borðið hjá Frímælt á G!, sum vendir og viðger festivalin úr enda í annan. Parturin er tikin upp hóskvøldið á G!, beint eftir at Beinir hevði spælt á sandinum sum tann fyrsti á ársins festivali.
Gestir eru Bjørt Lind, Anna Sofía Holm Skoradal, Jasmin Mote, Siri Súsonnudóttir Hansen, Mikael Blak, Marius DC, Knút Háberg Eysturstein, Sólfinn Danielsen og Beinir Troest Rasmussen.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 00:14:5097. 271 milliónir krónur, G!, Roskilde og Oyggjaleikir
Jul 11, 2025Frímælt hesa ferð er ein eftirmeting av Roskilde festivalinum og ein upphiting til G! Samstundis hyggja vit eisini eftir Oyggjaleikunum, sum byrja um vikuskiftið, vit skifta orð um ein søguliga stóran handil av føroyskum kvotum og so runda vit AI í skúlaskipanini.
Hetta alt kryddað við røvarasøgum frá høgru og vinstru.
Gestir eru Leivur Frederiksen, lærari og miðlamaður, Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See o...
Duration: 00:13:0096. Við Niels Una til Pearl Jam-ræðuleikan á Roskilde
Jul 04, 202525 ár eru liðin síðani, at níggju ungir menn doyði til eina konsert á Roskilde festivalinum við bólkinum Pearl Jam í 2000.
Niels Uni Dam var til konsertina og hann greiðir frá hesum, nú Roskilde festivalurin er á skrá og DR hevur givið út eina poddvarpsrøð um ræðuleikan.
Vit venda eisini Voxbotn, sum varð flutt í Tjarnir. Ein góð avgerð, vísti tað seg at vera, hóast fólk vóru á gosi um hetta.
Landsstýriskvinnan Ruth Vang hevur fingið eina hóttan á Messenger, sum løgreglan tók upp. Nú er ein maður dømdur í málinum - og tað...
Duration: 00:10:1595. Sterka og sára søgan um Sólbjørg
Jun 27, 2025Sólbjørg Jakobsen hevur gjørt eina sterka og persónliga samrøðu við Jyllands-Posten, har hon greiðir frá einum truplum uppvøkstri í einum kristnum umhvørvi, sum hevði við sær eina røð av ræðuleikum.
Vit tosa um hesa samrøðuna - og so tosa vit við Sólbjørg um søgu hennara.
Barbara Holm er eisini við og setir orð á upplivingina, hon hevði, tá teir tríggir samgonguleiðararnir púra óvæntað greiddu frá loysingarætlanunum, sum tey hava lagt fram fyri donsku forsætisráðfrúnni.
Vit hava eisini hol ígjøgnum t...
Duration: 00:06:2094. Rasisma, grind, brennivín og Copenhell
Jun 20, 2025Hesin parturin av Frímælt fer í allar ættir. Vit hoyra eina sterka og týdningarmikla søgu um rasismu í Føroyum, vit venda einum grindadrápi, sum var meðan kongshjúnini vitjaðu, vit drekka ein italskan dramm og tosa um Copenhell, vit venda stjørnunum hjá PAZ og so fáa vit eina serstakliga stutta politiska greining av tíðindafundinum eftir ríkisfundin í vikuni.
Gestir eru Laila Mote, listakvinna og arkitektur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur handilin og barrina Rødder & vin.
Eisini hava vit stutta vi...
Duration: 00:13:1893. Kongsvitjanin, ríkisrættarligastøðan, Michelin og Tobias Rahim
Jun 13, 2025Hesin parturin av Frímælt er ein av teimum, sum fer í allar ættir. Vit tosa um kongaliga vitjan í Føroyum, um ríkisrættarligu støðuna og spyrja, um Javnaðarflokkurin er meira sambandskur enn Sambandsflokkurin?
Tobias Rahim kemur til Føroya at fylla Tjarnir í heyst. Í studio er ein maður, sum kennir Tobias væl og tí tosa vit um hetta.
Marius Dam Christophersen, Marius DC, er ein maður við nógvum jørnum í eldinum. Vit tosa við hann um mongu verkætlanirnar, sum eru í gongd og sum hava verið. Og so venda vit nýggja filminum hj...
Duration: 01:17:0092. Føroyingar og heimsstjørnur annars
Jun 06, 2025Frímælt hesa ferð tosar um føroyskar tónleikarar og bólkar, sum hava hitað upp fyri heimsstjørnur, nú Joe & The Shitboys hava hitað upp fyri Iggy Pop til tríggjar konsertir.
Vit tosa eisini um skránna til G! festivalin, sum nú er fastløgd. Veljarakanningin, sum ikki øll taka fyri fult, venda vit eisini, umframt at skráin til vitjanina hjá kongshjúnunum eisini verður viðgjørd.
Gestir hesa ferð eru Jan Vestergaard, sjómaður, Sólfinn Danielsen, vínmaður, Kristinn Vang, skattamaður, og Durita Fagradal Augustinussen, jour...
Duration: 00:05:2691. Kenslurnar hjá monnum eru í asfalti og fótbólti
May 30, 2025Í Frímælt hesa ferð lata vit veruliga upp fyri kenslunum hjá monnum, tí bæði ein nýggjur vegur og ein fótbóltsdystur fáa menn at blíva rørdar.
Vit tosa eisini um heilsuna hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Joe Biden, um Emmanuel Macron verður bukaður av konu sínari og um Elinborg Pálsdóttir, sum er ein upptikin kvinna í hesum døgum.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Elinborg Pálsdóttir, tónleikari, Kaj Joensen, samskiftisfólk, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant...
Duration: 00:14:0290. Saybia, Sissal og Súni
May 23, 2025Frímælt hesa ferð bjóðar søgur av alskyns slagi. Vit hoyra søguna um serliga sangin, sum verður sungin eftir mangan hondbóltslandsdystin. Helgi Hoydal, landsliðsleikari í hondbólti, er í studio og greiðir frá.
Vit hoyra eisini um serliga sambandi, sum er millum Súna Olsen og Arne Slot, venjarin, sum hevur gjørt Liverpool til enskar meistarar.
Eurovision er av og vit venda Sissal og sangi hennara, umframt at vit hoyra um eitt forkunnugt rættarmál við eina rúgvu av málningum hjá Zachariasi Heinesen, S. J...
Duration: 00:05:2289. Ísrael vil hava serligan føroyskan Eurovision-stuðul
May 16, 2025Yuval Raphael, sum er ísraelska umboðið til Eurovision, hevur eina beinleiðis áheitan til føroyingar, um at stuðla Ísrael í Eurovision-sangkappingini. Vit lurta eftir boðunum, sum hon millum annað hevur lagt á Facebook og tosa um, hvussu tað ber til.
Løgtingið er á veg í summarfrí, nú maimánaður er hálvrunnin, so vit lodda dýpið undan seinasta tingfundinum, sum verður mánadagin. Vit fáa eina dagføring frá Jan Lamhauge, umframt at vit eisini leita fram nøkur stuttlig ljóðbrot úr løgtingssalinum.
Og so venda vit eisini støðuni í Tjóðveldi, nú flokkurin...
Duration: 00:11:2488. Føroyingur høvuðsidelogur fyri ytsta høgra veingin
May 09, 2025Frímælt fær vitjan av Jan Lamhauge, sum fortelur, at føroyingurin Fróði Midjord er ein av høvuðspersónunum í einari avdúkandi grein í the Guardian, sum skrivar um víðgongdar høgravendar rørslur kring knøttin.
Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, er vorðin virkandi forfólk í flokkinum, nú formaðurin Alex Vanopslagh er farin í barnsburðarfarloyvi. Hetta greiðir hon frá í Frímælt, har vit eisini tosa um skránna á G!, sum er liðug, og Seinasta paradísið á jørð, sum fær eitt gott ummæli fyri og annað eftir í donskum...
Duration: 00:12:2687. Eitt kensluborið tunnilsprát
May 02, 2025Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við einum kenslubornum práti um Suðuroyartunnilin. Vit fara á konsert hjá Billie Eilish, til frumframsýning í Danmark av nýggjasta filminum hjá Sakarisi Stórá og á fernisersing hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir.
Eisini tosa vit um løgregluna, sum mundi skotið spurvar við kanónum, meðan vit drekka blommuvín og eta cookies.
Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, Sólfinn Danielsen, vínmaður, ið eigur og rekur Rødder & Vin, og Bjarni Richardt-Mortensen, autodiktatur filosoffur, location manager, lagurmaður og annars universitetslærdur.
<... Duration: 00:15:0986. Bilóhappið hjá Elsu Berg og Marianna Nagata í RUV
Apr 25, 2025Frímælt hesa ferð loftar øllum møguligum bóltum. Alt frá Bjarka Hansen, sum sang saman við Bryan Adams, til Mariannu Winther Nagata, sum bleiv interviewað av RUV, og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, sum krassjaði ein firmabil hjá pápa sínum.
Harumframt vitjar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen eisini studio, og vit fáa tí eina feska dagføring úr hennara gerandisdegi, nú tríggjar vikur eru til finaluna í Eurovision.
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, tónleikari.
... Duration: 00:11:4685. Føroya fyrsti sangleikur á filmi
Apr 18, 2025Heiðrik á Heygum er farin undir at gera ein musical, sum hann er komin í Frímælt at tosa um. Vit skifta eisini orð um, hvat tað er, ið stríðið í Miðeystri ger við fólk í Føroyum - og hvat tað ger við Javnaðarflokkin og Sjúrð Skaale.
At enda koma vit við nøkrum viðmælum til fólk, sum eru farin í páskafrí. Alt frá konsertum til seriur og bøkur.
Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, Heiðrik á Heygum og Finnur Koba.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.c...
Duration: 00:07:3484. Tá n-orðið skal selja bøkur
Apr 11, 2025Rani Nolsøe hevur givið út bók, har n-orðið er partur av heitinum. Hetta hevur fingið fleiri at geva ilt av sær og harmast. Tað tosa vit um, umframt at vit tosa við Rana Nolsøe sjálvan.
Vit tosa eisini um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð, sum hevur fostrað eina nýggja stjørnu í Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
Støðan í Framsókn verður eisini vend, nú Sólvit Nolsøe hevur takkað fyri seg í flokkinum, umframt at røðin White Lotus eisini verður viðgjørd, nú seinasti partur í...
Duration: 00:14:1483. Pissilingaklíping og eitt vantandi lógvatak
Apr 04, 2025Frímælt hesa ferð bjóðar tvær søgur, sum hava verið sera nógv umrøddar seinastu dagarnar. Báðar knýta tær seg at fótbólti, men hava absolutt einki við fótbólt at gera. Tann eina søgan er um ein mann, sum klípti ein annan í pissilingin. Á fótbóltsvøllinum. Hin søgan er um ein mann, sum er komin til Føroya at spæla fótbólt, men ikki tók í hondina á skrivaranum í felagnum, hann skal spæla fyri.
Vit tosa eisini um Framsókn, sum fer at vera fyri fríari fosturtøk...
Duration: 00:14:1482. Røðin, øll tosa um, Grønland og FMA
Mar 28, 2025Hesa ferð kava vit niður røðina, sum øll tosa um í hesum døgum: Adolescence á Netflix. Vit tosa um tematikkin, sjónleikararnar og filmslistarliga partin av bretsku røðini, sum er fýra partar.
Vit nerta eisini stutt við White Lotus, áðrenn farið verður á FMA í Varpinum, sum vísti seg at vera ein ógvuliga góð sjónvarpssending, fyri síðani at enda í Grønlandi, sum øll heimsins eygu eru vend ímóti í hesum døgum.
Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Mikael Blak, tónleikari.
Vertur er...
Duration: 00:08:4081. Ein møgulig hevndarkonsert í Maggies
Mar 21, 20256. juni skuldi Dania O. Tausen spæla á Maggies í Nólsoy, men tað avlýsti Terji Rasmussen - og nú skal Son of Fortune spæla henda dagin. Tað ger Benjamin Petersen saman við Terja Rasmussen, Leivi Thomsen og Kim Hansen, umframt Jan Rúna Poulsen, sum altíð spælir við Son of Fortune. Onkur hevur rópt hetta eina hevndarkonsert.
Hetta tosa vit um, umframt at vit tosa um FMA, sum verður í Varpinum fríggjakvøldið 21. mars.
Vit tosa eisini um, at Frihedsbrevet hevur kært ein løgreglumann fyri eina óhóskandi viðmerking, sum fall í samband...
Duration: 00:11:0580. Kjakið, sum brast sum ein bumba
Mar 14, 2025Hetta er seinasti ókeypis parturin av Frímælt. Vilt tú hoyra Frímælt framyvir, mást tú tekna hald. Tað gert tú á Frihedsbrevet.fo og trýstir á Verð limur. Velur tú Mánaðarhald, so fært tú fyrsta mánaðin fyri hálvan prís, um tú skrivar Frímælt í teigin Avsláttarskipan.
Í Frímælt hesa ferð venda vit talk of the town, sum er kjakið, ið kom av kjalarvørrinum av umstrídda innslagnum í sendingini Vikuskifti í Kringvarpi Føroya, sum Leivur Thomsen gjørdi um konsertina Femininomen, ið fekk Mariannu Nagata at loysa frá posaband...
Duration: 01:35:0079. Føroya fyrsta MeToo-mál og horvna verkakvinnan
Mar 07, 2025Hetta er næstseinasti parturin av Frímælt, sum er ókeypis. Ein ókeypis partur kemur fríggjadagin 14. mars. Eftir tað ber bara til at hoyra Frímælt, um tú heldur Frihedsbrevet.
Femifagnaður er hesa vikuna, Kvinnudagur er leygardagin 8. mars og tað fyllir nógv henda partin, har vit eisini nema við søgurnar á Landssjúkrahúsinum og sexsjikanu har, og murtamyndirnar, sum borgarstjórin í Sunda kommunu hevur sent kvinnum, áðrenn hann gjørdist borgarstjóri.
Vit tosa eisini um onnur tiltøk, sum eru, og spyrja, hvar verkakvinnan bleiv av í Femifagnaðinum og á Kvinnudegnum.
G...
Duration: 01:40:3278. Opið stríð millum abbar í KVF og Norðlýsinum
Feb 28, 2025Opið stríð hevur tikið seg upp millum Steintór Rasmussen, tónleikara, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í Kringvarpi Føroya, nú Spæl føroyskt vika er og Ársins útvarpshitt skal veljast.
Stríðið byrjaði sum ein tráður á Facebook, flutti seg inn í sendingina Skratsj í almenna Kringvarpi Føroya og síðani í sendingina Komið øll við hjá privata miðlinum Norðlýsið.
Vit hyggja nærri at hesum, at Spæl føroyskt vikuni og FMA, har tey hava kunngjørt, hvørji eru í uppskoti at vinna virðislønir til tiltakið, sum verður í Varpinum um tríggjar vikur.
E...
Duration: 01:24:4177. Tá fýra menn møttu upp hjá Jenisi á miðjari nátt
Feb 21, 2025Hallur av Rana er journalistur í Kringvarpi Føroya, men hann er eisini sonur Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, sum fólk elska - og elska at hata. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, hvussu tað er at vera barn hjá einum politikara. Tað gera vit, tí hetta tosa Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal um í nýggja poddvarpinum hjá Fólkaflokkinum, sum eitur Fólkapoddurin.
Vit tosa eisini um PAZ, nýggju matstovuna hjá Poul Andriasi Ziska, sum letur upp mitt í Havnini í apríl. Poul Andrias Ziska vitjar Frímælt og greiðir frá.
Vit tosa um T...
Duration: 01:34:1076. §266b, Sirið á TikTok og Melodi Grand Prix
Feb 14, 2025Jóhanna Norðberg Niclasen vitjar Frímælt, nú hon skal vera við í danska Melodi Grand Prix, og vit fara við henni aftur um leiktjøldini, nú tað eru tvær vikur til, at sangkappingin verður í danska sjónvarpinum.
Vit tosa eisini um, hvat hendir við Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, á TikTok. Er tað eitt gott hugskot ella eitt stórt sjálvmál.
Dómarnir í Føroya rætti um brot á §266b verða eisini viðgjørdir, eins og málið um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum eisini verður vent - hesa ferð í framhaldi av einum lesarabræv...
Duration: 01:48:4675. Sexisma á sjúkrahúsinum og falskir Mikines-málningar
Feb 07, 2025Falskir føroyskir málningar eru eitt fyribrigdi, sum kann kosta tær dýrt. Í øllum førum eru tað fleiri dømi um, at eitt nú málningar eftir S. J. Mikines verða eftirgjørdir og síðani settir til sølu.
Hetta venda vit í Frímælt hesa ferð, har vit eisini tosa um Jóhan á Plógv Hansen, Bianca Censori, Kanye West og sexismu á Landssjúkrahúsinum.
Gestir hesa ferð eru Bjørt Lind, sexologur og sálarfrøðingur, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Finnur Koba, journalistur í Kringvarpi Føroya.
Vertur er Rólant Waag Dam.
<... Duration: 01:38:4274. Sjórænaraball og Føroya láturligasta rættarmál
Jan 31, 2025Vit eru við beinleiðis úr Nólsoy, tá sjórænararnir koma í land og verða fagnaðir, eftir at teir komu aftur úr Føroya rætti uttan nakra revsing. Durita Fagradal Augustinussen er á staðnum og greiðir frá í Frímælt.
Vit venda eisini forfólkaumfarinum, sum var í sjónvarpinum týskvøldið - tí semjan er bæði stór og breið, men er hon meiri ítøkilig enn tað, at mann er samdur um at vera samdur?
Og so runda vit av við Gev mær tínar pengar, poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet, ha...
Duration: 01:14:0273. Trump tryggjar loysingina
Jan 24, 2025Frímælt hesa ferð snýr seg burturav um Donald Trump og fylgjurnar av, at hann er vorðin forseti. Vit royna at finna ein føroyskan Trump, Trumpsk rák í Føroyum og spyrja, um Trump ikki er hann, sum kann tryggja Føroyum loysingina?
Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Heri Wang Danielsen, lesandi, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:08:5672. Avtak joggingbuksur sum føroyskan tjóðarbúna
Jan 17, 2025Í Frímælt hesa ferð fylgja vit bæði Studio Bloch, Maggies og Konditarínum til jarðar. Og so burdu joggingbuksurnar, føroyski tjóðarbúnin, eisini verið jarðaðar, men tær liva sítt lukkuliga lív og stórtrívast í Føroyum.
Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, leiðari í City Tórshavn, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Mikael Blak, tónleikari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:22:0171. Slatrið um nýggja borgarstjóran í Havn
Jan 10, 2025Tað ganga nakrar serligar søgur um Elsu Berg, sum er nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hesar venda vit í Frímælt, umframt at vit eisini tosa um eitt óvanligt samgonguskjal í Sunda kommunu, eina óvanliga vitjan í Grønlandi og óvanligar lýsingar av matinum á matstovuni Ræst.
Gestir eru Mikael Blak, tónleiki, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:23:5670. Nýggjárspartur av Frímælt
Dec 26, 2024
Hetta er ein serútgáva av Frímælt, har vit saman við redaktiónini á Frihedsbrevet hyggja aftur á árið, sum hevur verið. Hvørjar vóru størstu søgurnar hjá Frihedsbrevet? Hvat gott kom Kringvarpið við? Hvørjar vóru mest óvæntaðu søgurnar og hvørjar vóru litríkast?
Vit venda eisini góðum tónleikaupplivingum, filmum og mati.
Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for priva
Duration: 01:33:2069. Murtamyndir og mest markantu politikararnir hesa hálvuna
Dec 20, 2024Frímælt hesa ferð bjóðar eitt prát um murtamyndir, nú tað er komið fram, at Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sent myndir av sínum murti til ymsar kvinnur. Vit venda eisini hesum politiska hálvárinum, sum hevur verið síðani ólavsøku, nú løgtingið fór í jólafrí mikukvøldið. Hetta verður gjørt við at draga fram politikarar, sum hava gjørt vart við seg fram um aðrar. Eisini gera vit eitt legg á flogvøllin, har TAKS tekur í móti ferðafólki og kannar, um hesi hava ov dýrar jólagávur heimvið.
... Duration: 01:30:5268. Tey halda faktiskt jól í Afrika og vánaliga søgan hjá Rólanti
Dec 13, 2024Dagsins partur av Frímælt bjóðar eina vánaliga søgu frá Rólanti, sum Rannvør í øllum førum ikki tímir. Lukkutíð eru aðrar, góðar søgur, sum millum annað snúgva seg um jólini í Afrika, jólagávur og jólastress.
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:08:4367. The Smoking Gun í uppsagnarmálinum
Dec 06, 2024GG! Ljóðið gleppur av og á, tað harmast vit.
Í Frímælt hesa ferð ber til at hoyra, hvat tað var, sum gjørdi, at stjórin í Kringvarpi Føroya endaði við at missa starvið. Vit tosa eisini um hetta málið, sum fólk ikki eru á einum máli um - og tó.
Vit byrja tó við at hava hondbóltsfepur, gera eitt legg til Qatar, hyggja eftir tveimum frálíkum føroyskum dokumentarum, fara til jólaborðhald og tosa um eina kvinnu, sum vil hava sína rødd aftur.
Gestir e...
Duration: 01:42:3766. Fólksins rødd, brúsandi vín og blóð í ánna
Nov 29, 2024Hetta er partur nummar 100 av Frímælt, sum kemur út. Hetta verður hátíðarhildið við brúsandi víni og víni uttan brús í Rødder & Vin hjá Sólfinni Danielsen á Ravnsborggade í Keypmannahavn.
Vit tosa kappbjóðingina, sum fer fram millum føroyskar festivalar í hesum døgum. Vit tosa um list av ymiskum slagi, bæði hjá Lailu Mote, Marco Evarissti og Marius DC. Vit tosa um Maggies og so runda vit Fólksins rødd av í Kringvarpi Føroya.
Gestir eru Laila Mote, listakvinna, arkitektur og grafikari, Anna Sofía Holm Skorad...
Duration: 01:21:1665. Virðislønin, sum eingin mátti vita av og misskilt javnstøða
Nov 22, 2024Fyri einari viku síðani fekk ein føroyskur felagsskapur eina virðisløn, sum hevur fingið merkiliga lítið rúm í føroyskum miðlum. Hesa virðislønina tosa vit um. Vit tosa eisini um javnstøðu, mangul upp á tað sama og misskilta javnstøðu - og so koma eru vit so smátt við at koma í jólahýr, ið vit eisini venda at enda.
Gestir eru Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur, og Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, talsfólk í Fríum vali.
Vertur er Rólant Waag Dam.
S...
Duration: 01:12:4864. Eitt gleðiligt comeback í Frímælt
Nov 15, 2024Jan Vestergaard varð ikki valdur inn í Tórshavnar býráð. Hansara 200 atkvøður rukku ikki til ein býráðssess, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí nú er sjómaðurin aftur við borðið í Frímælt, har vit hesa ferð venda kommunuvalið og øllum tí, sum har til hoyrir.
Pallborðið hesa ferð er mannað við Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, Niels Una Dam, stjóra í Nudlavirkinum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:30:1263. Á herferð við hamara á Oyrasundi
Nov 08, 2024Ein maður gongur runt og brýtur hurðar á Øresundskollegiet á Amager, vit tosa við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum býr á Øresundskollegiet, og frætta tað feskasta av flatlondum. Heima í Føroyum er kappingarárið í fótbólti av, og tí venda vit nøkrum søgum úr Fótbóltsføroyum, sum rukku út um fótbóltsvøllin. Vit spyrja eisini, um Leivur Frederiksen gjørdi "ein Oddbjørn", tá hann gjørdi greitt, at nevndin í Posta eftir hansara tykki burdi verið send til hús - og formaðurin í Posta nakrar dagar seinni varð skiftur út.
Frímælt hesa...
Duration: 01:16:4762. Pure politics í Frímælt
Nov 01, 2024Vit tosa um landspolitikk í Tjóðveldi og nýggju forkvinnuni, sum skal finnast har. Vit tosa um nýggja landsstýrisfólkið, sum Javnaðarflokkurin skal velja. Vit tosa um kommunvalið, sum nærkast fyri hvønn dag, sum gongur, og so tosa vit eisini um amerikanska forsetavalið, sum verður týsdagin.
Altso pure politics í Frímælt, sum hesa ferð er mannað við Sonju Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingi, Hera Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalisti.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:28:2161. Sjúklingahotellið druknar í bíligum brasi frá Alibaba
Oct 25, 2024Undantaksstøða valdar í Frímælt, sum ger sítt besta við at dekka málið um Ingilín D. Strøm og hevur millum annað eina forsøgn, sum vísir seg at halda fult og heilt.
Vit hyggja eisini til Danmarkar, har Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er um at drukna í bíligum brasi frá Alibaba, sum føroyingar bíleggja har til, fyri so at fáa avvarandi at taka heim tað til Føroya fyri seg.
Vit nema eisini við tunglyndi, tí ein av dagsins gestum stríðist við hetta, men hevur valt at tosa alment um tað.
G...
Duration: 01:13:0660. Bíbliutýðingar, stjóralønir og ein full føroysk frú í Danmark
Oct 18, 2024Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, at Kringvarp Føroya ikki dekkaði útgávutiltakið, tá nýggja týðingin av King James-bíbliuni hjá Sjúrði Højgaard varð løgd fram. Vit tosa um kommunuvalið og minni væleydnaði videobrot, sum ferðast á sosialu miðlunum. Vit tosa um Sólrun Løkke Rasmussen, sum sambært litríku donsku miðlunum hevði í so nógv innanborða, tá kongurin var vertur fyri døgurða herfyri. Vit tosa um Frítt val, sum er í uppskoti at vinna eina javnstøðuvirðisløn í Danmark, og so venda vit eisini fráfarin...
Duration: 01:27:1459. Heðin Roy ella Logan Mortensen
Oct 11, 2024Samanberingin millum Logan Roy í Succession og Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu verður bara sterkari og sterkari, fyri hvønn dag, vit nærkast kommunuvalinum.
36 síður tykjast at hava vent málinum um Ingilín Strøm á høvdið, tí nú er tað knappliga ikki alt, ið bendir á, landsstýriskvinnan má leggja frá sær, verður koyrd frá ella misálit verður reist. Tað vóru annars einastu møguleikarnir - inn til rúgvusmikla hoyringsskrivið varð handað í vikuni.
Vit fara eisini ein túr í Tórshøll við Mikkel Bjergsø í Mikkeller, vit fara ein túr á Skrapt og ein...
Duration: 01:13:0658. Søgan um fótbóltsparið Sara og René
Oct 04, 2024Í Frímælt í dag tosa vit um eitt par, fótbóltsparið Sara Samson Lamhauge og Rene Shaki Joensen, har báðir partar spæla fótbólt, eru á landsliðnum og hava eitt barn. Ein forkunnug og øðrvísi fótbóltssøga, sum snýr seg um (næstan) alt annað enn fótbólt. Vit tosa um kommunukanningina, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya, vit tosa um ein nýggjan sang og ymiskt annað við.
Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, sum sambært sær sjálvari er á útivølli í hesum partinum, Durita Fagrada...
Duration: 01:14:3257. Til rally hjá Trump og eta livandi hummarar
Sep 27, 2024Frímælt er on fire í dag. Vit tosa við eina kvinnu, sum hevur verið til eitt rally hjá Donald Trump, forsetavalevni í USA. Vit tosa við ein mann, sum hevur etið ein livandi hummara - tað er ikki Pilou Asbæk, tí Pilou setti ikki tennirnar í livandi hummaran hjá Marna Simonsen, men tað hevur ein annar maður gjørt. Honum frætta vit frá.
Vit tosa eisini um abortir, tí vit abortera sum ongantíð í Føroyum. Vit tosa eisini um Ingilín Strøm, tí alt bendir á, at hon er verður tað fyrsta landsstýrisfólkið, sum rýkur.
Gestir e...
Duration: 01:19:1656. Heimsins vánaligasta umbering
Sep 20, 2024Frímælt hevur fleiri forkunnug prát hesa ferð. Vit tosa um ein nýggjan dokumentar, sum er á veg í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um Teresu Ovenberg, ávirkara og realitystjørnu, sum fyri fyrstu ferð tosar alment um, hvat henni við henni og Teiti Skoubo, sum eins og hon var ávirkari og realitystjørna, áðrenn hann varð dømdur fyri harðskap.
Vit tosa eisini um rúsevni, kommunuval og eina elendiga umbering frá Gerhard Lognberg.
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur í Kringvarpi Føroya, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og peda...
Duration: 01:10:4055. Springaradráp, murtamyndir og lágt burðartal
Sep 13, 2024Sum so ofta áður koma vit víða um í hesum partinum av Frímælt. Springaradráp, murtamyndir, lágt burðartal, Billbugt, amerikanska forsetavali, J. K. Rowling og alt møguligt annað er á skrá.
Gestir eru Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:17:0454. Frá Naser Khader til Oasis
Sep 06, 2024Frímælt hevur ymisk evni á skránni, nú Naser Khader kemur til Føroya at vitja, Oasis hava funnið saman aftur og føroyskur tónleikur ríður á einum aldukambi.
Tí meðan Naser Khader er óynsktur nógva staðn í Danmark, so seta vit í Føroyum bæði kirkju- og hotellhurðar upp, nú umstríddi maður vitjar. Umstríddir eru teir í Oasis eisini - ikki minst nú teir hava boðað frá, at teir finna saman aftur til nakrar konsertir í 2025. Og nú vit eru við konsertirnar, so stendur føroyskur tónleikur í fagrasta blóma.
Alt hetta verður vent í...
Duration: 01:13:2853. Homofobi á fótbóltsvøllinum
Aug 30, 2024Í Frímælt hesa ferð skifta vit orð um eina nógv umrødda hending á einum fótbóltsvølli í Sørvági farna vikuskiftið, tá ein fótbóltsspælari varð vístur av vøllinum fyri homofobiskar útsagnir.
Vit tosa um Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur boðað frá, at hann fer at gevast í politikki, tá hetta valskeiðið er av. Vit venda vakmyndatólunum, sum enn lata bíða eftir sær, og so tosa vit um eina herliga samrøðu, sum Kringvarp Føroya gjørdi við ein misnøgdan borgarstjóra.
Gestir eru Durita Fagradal Augustin...
Duration: 01:17:0552. Succession í Javnaðarflokkinum í Havn
Aug 23, 2024Eitt drama av Hollywoodskum slagi er í umbúna, nú Heðin Mortensen enn ikki hevur tikið avgerð, um hann stillar uppaftur, samstundis sum Elin Heðinsdóttir Mortensen, dóttir Heðin Mortensen, hevur boðað frá, at hon stillar upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, treytað av, at pápi hennara, Heðin Mortensen, ikki stillar upp.
Hetta minnir merkiliga nógv um stríðið, sum er millum Logan Roy og Shiv Roy í Netflix-røðini Succession.
Vit hyggja nærri at kommunuvalinum, eftir amerikanska forsetavalinum og vit uppklára, hvat eitt lívdjór er.
Gestir eru Son...
Duration: 01:17:4451. Soleiðis livir tú 24 ár longri
Aug 16, 2024Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við uppskriftini upp á eitt longri lív. Vit tosa um ein løgeglumann, sum er dømdur fyri at hava framt blúnisbrot - altso at hava følt uppá - ein kvinnuligan starvsfelaga, og um OY, ið hevur sett vikuskiftini í vetur av til føroyskan tónleik.
Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Mikael Blak, tónleikari, eru gestir.
Rólant Waag Dam er vertur.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:20:5450. Í brúdleyp hjá Beini
Aug 09, 2024Vit tosa í dag um eitt brúdleyp, sum var farna vikuskiftið, tí Beinir Johannesen, formaðurin í Fólkaflokkinum, er giftur. Vit tosa um eitt hátíðarhald, sum er í dag, tí ein tann størsta útvarpssuccessin í nýggjari tíð, Gentuvesið, hevur gjørt part nummar 100. Vit hava eisini havt vitjan úr Kroatia, sum vit venda, tí tað vóru vit upp á ongan máta fyrireikað uppá - og so hyggja vit eisini eftir OL, sum veruliga hevur fingið fólk at øsa seg.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuves...
Duration: 01:13:2349. Vakurleikaviðgerðin hjá Sambandsflokkinum og ólavsøkurøðan
Aug 02, 2024Vit manna borðið við gestum, sum øll hava verið ella eru politiskt virkin - og so venda vit annars tí politiska, sum bæði bjóðar upp á ólavsøkurøðu løgmans, og ein tíðindafund hjá Sambandsflokkinum, sum roynir at endurskapa seg sjálvan.
Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi løgtingsfólk fyri Javnaðarflokkin, uttanflokkatingfólk, og valevni fyri Tjóðveldi, Heri Wang Danielsen, fyrrverandi valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, og Jan Vestergaard, formaður í Havnar Framburðsfelag.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for priv
Duration: 01:17:3848. Menstruatiónstíð er tað nýggja agurkutíð
Jul 26, 2024Er tað rímiligt, at Kringvarp Føroya brúkar 11 minuttir í høvuðstíðindasendingunum til manglandi menstruatiónsvørur á Fróðskaparsetur Føroya? Hevur Bjarni Rasmussen eitt serligt samband við bæði Joe Biden og Donald Trump? Kanst tú missa tummilin av at keypa nakrar tablettir av ritalin?
Teir spurningarnir verða viðgjørdir, umframt at G!, Tórsfest, Pride og ólavsøkan eisini eru á skránni í Frímælt hesa ferð.
Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur og samskiftisfólk í Listasavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað o...
Duration: 01:27:5347. Frímælt á G!
Jul 19, 2024Ein rúgva av fólki leggja leiðina framvið góða borðið, sum Frímælt hevur sett upp omanfyri sandin í Syðrugøtu, nú G! Festivalur er.
Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið, er gestur saman við Theodor Eli Dam Olsen, presti, Rósu Heinesen, skúlastjóra, Mikael Blak, tónleikara, Jón Tyril, fyrrverandi samskipara av G! Festivalinum og nú miðlamaður, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara, Heiðrik á Heygum, tónleikara, og Siri Súsonnudóttir Hansen, festivalgesti.
Vertur er Rólant Waag Dam.
...
Duration: 01:01:4846. Fullir fótbóltsspælarar á Voxbotn og ongar kvinnur á Tórsfest
Jul 12, 2024Í Frímælt hesa ferð umrøða vit fullu fótbóltsspælararnar, sum vórðu nevndir í sendingini Fótbóltsprát - har tað síðani kom ein almenn umbering út. Men hví kom umberingin? Og var prátið ikki í lagið?
Vit tosa eisini um Tórsfest, sum ikki hevur ein einasta kvinnuligan tónleikara á skránni. Eisini har kom ein umbering, men vit venda hesum kjakinum eisini.
Og so tosa vit um fyribrigdi raw dogging og tað "at keða seg", bæði millum børn og vaksin.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sex...
Duration: 01:26:0045. Snús, deyðin og Ólavsøkuframsýningin
Jun 28, 2024Heldur tú, at evnini omanfyri er nakað, sum ikki ganga hond í hond, so fert tú skeiv ella skeivur, tí hesin parturin av Frímælt er eins góður og fjølbroyttur og vanligt. Vit byrja við at ringja til Eivør, sum í hesum døgum hongur á Times Square í New York. Síðani tosa vit um ólavsøkuframsýningina og hvussu hon er sett saman - millum annað eru eingir gamlir, hvítir menn við.
Eftir tað tosa vit um deyðan og jarðarferðir, tí Sigga-Maria hevur júst fylgt.
Vit fylla eisini skuffuna við snúsið fyri seinast...
Duration: 01:23:0044. Vit tosa um tilbúgving, murtar og skallutar menn
Jun 21, 2024Eru vit klár til eitt nýtt heimskríggj? Eru líka nógv krøv og ynski til mannligar kroppar sum kvinnuligar? Hvat rokast Andrias Høgenni við? Hetta og so eitt sindur av murtum, hári - mangul upp á tað sama - og so áhaldandi romansan millum Iggy Pop og Joe & The Shitboys, er tað, sum fyllir mest í dagsins parti.
Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur og lesandi, og Andrias Høgenni, leikstjóri.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio...
Duration: 01:31:2743. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu
Jun 14, 2024Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt.
Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðri í Danmark, tí Claus Antonsen, kapellmeistari í The Antonelli Orchestra, hevur verið sexistiskur og er farin út um mark í bæði orðum og gerðum í sambandi við upptøkurnar t...
Duration: 01:14:2442. Eitt verkfalsloyndarmál verður avdúkað
Jun 07, 2024Tríggir av høvuðsaktørunum í verkfallinum hava ein felagsnevnara, sum tey flestu ikki hava givið sær far um. Hvat tað er, verður avdúkað í Frímælt hesa ferð, har vit eisini skifta orð um valið til Evropa ráðið sunnudagin, umframt at vit eisini venda skránni hjá G! Festivalinum, sum kunngjørdi seinastu nøvnini í vikuni.
Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur í Kringvarpi Føroya.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com
Duration: 01:01:4941. Svarti svanin og eitt sindur av hassji
May 31, 2024Stórur partur av Frímælt hesa ferð fer við nýggju dokumentarrøðini á TV 2, Den sorte svane, har Mads Brügger, sum eisini er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, fortelur eina søgu um brotsverk í øllum samfelagsløgum í Danmark. Alt frá rokkarum í Bandidos til toppadvokatar og trygdarstjórar eru sósaðir saman í hesum heimildarfilmunum, sum er ótrúligir upp á allar mátar.
At KOKS ikki fekk nakrar Michelin-stjørnur er eisini nakað, vit venda í Frímælt hesa ferð, og so hoyra vit eina nemandi søgu um eina unga kvinnu, sum fekk abort sum 16 ára gomul, men sum 20 ár seinni kendi se...
Duration: 01:08:5440. Happar Hendrik Old Steffan Klein?
May 24, 2024Vit taka saman um tingárið og draga fram nøkur hæddarpunkt og aðrar tematikkir, sum eru verdir at hefta seg við. Vit spyrja eisini, um Henrik Old úr Javnaðarflokkinum happar Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Í øllum førum eru fleiri dømi um, har Henrik Old gevur til kennar, at hann ikki orkar fyri Steffani.
Vit eru eisini við til seinasta dansin á Skarv, og tosa um circle jerk sum eitt politiskt fyribrigdi.
Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi á Kongaliga Kunstakademinum, og Dan...
Duration: 01:02:5039. Ein rundur føðingardagur og ein jarðarferð
May 17, 2024Føroyavinurin, fjallmaðurin og fyribrigdið Lars Løkke Rasmussen bleiv 60 í vikuni. Saman við fólkatingsliminum Sólbjørg Jacobsen royna vit at koma nærri inn á, hvør føðingardagsbarnið er. Somuleiðis tosa vit um, at bæði Skarv og KOKS lata aftur, at hvørki Hondbóltssamband Føroya ella Visit Faroe Islands duga at telja - og so fara vit eisini at ferðast í egnum landi.
Umframt Sólbjørg Jacobsen úr Liberal Alliance eru Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, gestir.
Vertur er Rólant Waag...
Duration: 01:02:1738. John Mayer, veggjakrutl og smákøkur
May 10, 2024Er tað herverk, tá veggjakrutl verður málað á løgtingið? Ella er tað aktivisma, sum tænir sínum endamáli? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini hoyra John Mayer skammrósa Teiti, eta smákøkur og tosa um vánaligar matstovuvanar og munin á abort í 12. og 18. viku.
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og vertur í Súrligum nætrum í Kringavarpi Føroya, Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, og Høgni Olsen, tænari á Møntergade.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy
Duration: 01:09:3837. Prestur, porno og aðrar søgur
May 03, 2024Prestur, porno og aðrar søgur
Vit hoyra í Frímælt hesa ferð ein øðrvísi vitnisburð frá einum presti. Vit hoyra um eina rúgvu av tatoveringum. Um litríkar søgur úr nýggju dokumentarunum hjá Frihedsbrevet. Um konsertferðina hjá Eivør í USA og annað gott.
Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur, samskiftisfólk og listamiðlari á Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:03:0136. Rúkandi ósamdir gestir um næstan alt
Apr 25, 2024Brotasjógvarnir í annars hugnaligu upptøkuhølunum í Frihedsbrevet vóru øgiligir hesa ferð, men evnini løgdu eisini upp til tað. Tí føroyingar eru ov feitir, men er tað í veruleikanum ein trupulleiki? Eitt mál skal roynast í Føroya rætti, tí at Beinir Joensen millum annað hevur kallað sjónvarpsvertin John Johannesen fyri kynsvilling. Men hvar gongur markið fyri, hvat vit kunnu loyva okkum at siga um onnur? Ella eru vit vorðin ov sært? Og hví eru mannfólk so vánalig at fara til lækna - og hvat kann gerast við tað?
Vit tosa eisini við Jan Resto...
Duration: 01:14:0835. Menn tosa um at leita sær hjálp
Apr 19, 2024Frímælt hesa ferð er mannað við fýra monnum, tí høvuðsevnið í partinum er sálarheilsa hjá monnum.
Fríði Djurhuus, forsangari í Joe & The Shitboys, hevur skrivað ein sang, sum eitur Please seek help og gjørdi í tí sambandi eitt video, har hann greiddi frá, at hann sjálvur hevur leitað sær professionella hjálp.
Vit tosa eisini um lýsingina hjá Nema, sum er eitt spark í skinnabeinið hjá Føroya Tele. Og so spyrja vit, hví Ingmar ikki slapp víðari í fyrsta umfari av Sement, sum var farna vikuskiftið.
Umframt Fríða Djurhuus eru Hergeir...
Duration: 01:16:4034. Frímælt hevur valt bestu løgtingslimirnar
Apr 12, 2024Frímælt viðger, hvørjir politikarar hava staðið seg best í løgtinginum hetta valskeiðið, tí Heri Wang Danielsen hevur gjørt eitt yvirlit, har hann kemur við sínum topp-fimm lista. Vit skifta eisini orð um nýggja poddvarpið hjá Frihedsbrevet, Hevur tú hoyrt?, sum er ein samrøða við Amaliu Danielsen, sum nógv hava eina meining um. Umframt tað tosa vit eisini um ríkisrættarligu støðu Føroya og um tey tíggju flóttabørnini, sum eru komin til Føroya uttan foreldur ella fylgjara.
Heri Wang Danielsen, samfelagsfrøðilesandi á Fróðskapa...
Duration: 01:11:1733. Ein spikdessert frá Poul Andrias Ziska
Apr 05, 2024Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, er við í studio, har hann borðreiðir við eini heilt serligari dessert, sum tey arbeiða við til matarskránna á KOKS í Grønlandi. Hann greiðir eisini frá upplivingunum og avbjóðingunum har, og um hvat hendir við KOKS seinni í ár.
KOKS er ikki einasta serføroyska íkastið til dagsins part, har vit eisini skifta orð um tónleikabólkin Hamferð, sum megnar at spæla tungmálm og vera hámentan um leið - hvussu hongur tað saman, spyrja vit Niels Una Dam.
Og so flyta vit okkum yvir um hav, tí amerika...
Duration: 01:18:0932. Skarv, Bjartalíð og Føroya próstur
Mar 28, 2024Hvat hendir hjá mongu útisetunum, nú savningarmiðdepilin, barrin og klekingarmaskinan Skarv letur aftur? Tónleikarin og poddvarpsverturin í Súrligum nætum, Bárður Petersen, sum var á Skarv leygarkvøldið, kemur við eini feskari dagføring.
Jóannes Bjartalíð fortelur norskum miðlum um sín rúsevnistrupulleika, men hvørjar afturmeldingar fær hann sjálvur? Vit ringja til Norra og tosa við høvuðspersónin.
Harumframt venda vit eisini orðalagið í løgtinginum, útmeldingina hjá nýggja próstinum og kendislistin verður dagførdur við trimum persónum.
Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Leivu...
Duration: 01:08:3731. Hesi eru føroysku powerpørini
Mar 22, 2024Tað hevur prutlað undir lokinum leingi, men í dag verður avdúkað, hvørji føroysku powerpørini eru.
Vit venda eisini traktortreffinum á Vaglinum fyrr í vikuni, tá Føroya løgting fór lukta so illa, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr.
Vit venda eisini lógini um abort, sum kemur fyri tingið í dag, fríggjadagin, og bankarnir fáa eisini eina heilsan við á vegnum, nú teir ríka seg upp og presentera eitt stórt yvirskot fyri og annað eftir - eftir skatt væl at merkja.
Gestir eru Bárður Dal Christiasen, arkitekur og li...
Duration: 01:06:2530. Ein ússaligur dómur í rættinum, FMA og Norðlýsið
Mar 15, 2024Hetta er ein av teimum pørtunum av Frímælt, har evnini valla fáa verið meira ymisk enn tað sama. Vit venda FMA, heiðurslønta Hanus G og ein forsmáddan miðil í Norðoyggjum. Somuleiðis spyrja vit, hvussu nógvar fótbóltssendingar kann eitt land hava, sum er so vánaligt til fótbólt sum Føroyar?
Í meira álvarsliga endanum venda vit ein dóm í Eystara landsrætti, har ein maður í tríatiárunum hevur fingið eitt hálvtára fongsulsrevsing fyri at vera saman við eini 14 ára gamlari gentu seks ferðir.
Gestir e...
Duration: 01:06:5229. Opið stríð í fólkakirkjuni og nógvar óðar kvinnur
Mar 08, 2024Hví var bispur so óður, tá hann var í útvarpinum og tosaði um eina kæru? Er talan um ein fyrisitingarligan fótfeil ella er kirkjan um at fara í tvívingar? Og hví eru tað so nógv, sum fáa so ilt av, at løgtingskvinnurnar fara til New York? Og høvdu hesar somu kvinnur farið á ráðstevnuna, um hon var í Skåne?
Tað tosa vit um í dagsins parti av Frímælt, har vit eisini tosað um farvælheilsanina, ein venjari fekk frá sínum felagi, eitt karaktermorð, sum er óhoyrt - ella hava vit ikki sæð líknandi dømi í Føro...
Duration: 01:10:1928. Málið um Johan Dahl og vrøvlandi løgtingsfólk
Mar 01, 2024Vit venda nógv umrøddu søguna um Johan Dahl, sum verður lagdur undir at hava gjørt eina kvinnu við barn - eitt mál, sum er meldað til løgregluna. Vit tosa um, at Frímælt er tikið upp á tingsins røðarapalli og spurningur settur út frá tí.
Vit venda eisini The Greatest Night in Pop á Netflix, um løgtingsfólk, sum bara vrøvla og nerta við listan við powerpørum.
Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.<...
Duration: 01:00:5427. Frá Janusi Wiberg til Clement Kjersgaard
Feb 23, 2024Nógv umrøddi kendislistin hjá Frímælt verður endurskoðaður og eitt nýtt navn verður vigað. Ein annar listi, sum eisini hevur verið endurskoðaður, er listin av fólkum og síðum, sum Løgmansskrivstovan fylgir á Instragram. Vit runda eisini Ríkisrættin, kríggið í Ukraina og hysteriskar keypmannahavnaratýpur.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 00:58:4226. Føroyskur tónleikur strikaður á Spotify
Feb 16, 2024Hvat hava Bill Justinussen, ein øl, sum er 6,66 prosent og B36-varpið í felag? Svarið er, at hesi verða øll vend og viðgjørd í nýggjasta partinum av Frímælt, sum eisini rundar Spotify, sum so smátt er farið at strika føroyskan tónleik, sum verður lítið spældur.
Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og vertur í Verkavarpinum, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:12:5125. Ein biltjóvur greiðir frá og breaking news frá Jan Vestergaard
Feb 09, 2024Frímælt hevur ekslusivt fingið samrøðu við ein biltjóv, sum stjól ikki færri enn tveir bilar herfyri. Hoyr hvør tað er og hví hann stjól bilarnar.
Jan Vestergaard avdúkar breaking news í poddvarpinum, sum annars er um sex, Instagram-profilin hjá Løgmansskrivstovuni, Super Bowl og val av øllum møguligum slagi.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur og samskipari í Samtaki, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Duration: 01:29:0024. Ein fúlur hondbóltssangur og annað gott
Feb 02, 2024Í Frímælt hesa ferð tosa vit um ein týskan sang, sum ljóðar væl, men hvørs tekstur ikki endiliga er serliga hondbóltsligur. Vit tosa um skannaran í Klaksvík, har fíggjarligi høvuðspersónurin ráðførdi seg við konuna, áðrenn avgerðin var tikin - og so tosa vit um føroyskan dans, gongd í haga og Bacalao.
Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Tummas Pauli av Reyni, bilmekanikkari og sløkkiliðsmaður, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for priv
Duration: 01:10:2823. Janus á Eurovison og óuppdrignir næmingar
Jan 26, 2024Vit venda tíðindunum um, at Janus Wiberg Mortensen skal á Eurovision, sjálvt um hann hevur sagt, at tað ætlar hann sær ikki.
Lena Anderssen gevur út nýggja plátu í dag, har hon millum annað hevur samstarvað við Geoff Emerick, ið áður hevur arbeitt saman við eitt nú The Beatles, Elvis Costello og Kate Bush. Vit tosa um Lenu og hvat hetta er fyri ein pláta, hon hevur givið út.
Og so fara vit í kirkju við óuppdrignum næmingum, sum ikki duga at ganga í kirkju. Ella er tað tað, sum er problemið?
Gestir eru Tummas Pauli a...
Duration: 01:03:1322. Ein eftirlýsing, ein umbering og nógvar seriur
Jan 19, 2024Er tað at skjóta spurvar við kanónum, tá løgreglan eftir innbrot í Listasavn Føroya, fer alment út og eftirlýsir ein mann við eini mynd? Er tað í lagið, at pensjónsaldurin skal hækka - og hví tosar eingin um tað? Og hvørjar eru bestu seriurnar nakrantíð? Tað eru evnini í Frímælt hesa ferð, sum enn er eitt sindur rakt av fepri - hondbóltsfepri.
Gestir eru Leivur Frederiksen, fyrstilærari á skúlanum á Velbastað, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir røð...
Duration: 01:11:2321. Abort, sálarheilsa hjá monnum og objektivir journalistar
Jan 12, 2024Kensluborið og lívligt kjak hesa ferð, nú sálarheilsan hjá monnum varð sett undir luppin. Tí menn hava veruliga ein stóran trupulleika: sálarheilsan er vánalig og tað er alvorligt. Tað er tað eisini at taka eina abort, sum vit sjálvandi eisini tosa um. Og so er ein annar spurningur, um tíðin er farin frá objektivum journalistum?
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur í Gentuvesinum í Kringvarpi Føroya, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com...
Duration: 01:21:58